Helst Føroya besti koyriskúlin
– síðan 2010!
Mínir næmingar skulu vera teir bestu og klára royndirnar fyrstu fer.
Her kanst tú taka koyrikort til persónbil, motorsúkklu, hýruvogn, eftiransandi, endurtøku, koyriforboð og Rúsdrekka– og ferðsluskeið (RF-skeið).
2019 er aftur eitt ár við heilt einastandandi úrslitum. Hagtølini peika beint uppeftir, bæði í teori og koyring.
Í roynd og veru klára flestu av mínum næmingum teori -og koyriroyndina fyrstu fer, tað eftir eina holla undirvísing. og tað eri eg ómetaliga stoltur av.
Tað er ikki av tilvild, at mín koyriskúli ber orð fyri at vera fremstur tá tað ræður um at veita eina álítandi og álvarsama undirvísing í teori og koyring. Her verður eingin skumpaður ígjøgnum undirvísing, bert fyri tí fyri eyga at klára teori-royndina skjótast gjørligt. Tað ræður um eina góða og álítandi frálæru.
Undirvísingin er hátta soleiðis at øll kunnu vera við, óansæð aldur og kyn.
Eftir undirvísingina verður tú:
– So tryggur sum gjørligt
– Til so lítlan ampa fyri onnur sum gjørligt
– Førur fyri at koyra trygt í ferðsluni